Blái Krossur: –Vit røkka ikki longri enn vit hava fíggjarorku til

Hóast stórur tørvur er á fyribyrgingararbeiði

Ein av stóru avbjóðingunum hjá Bláa Krossi er at raðfesta fyribyrgingararbeiði. Hóast fyribyrging er av alstórum týdningi, so er torført hjá stovninum at leggja ta orkuna í, sum krevst, vegna fíggjarligar avmarkingar, greiðir aðalskrivarin frá.

 

 

– Meir orku vit seta inn har, meir síggja vit, hvussu stórur tørvurin er, sigur Petur Jacob Petersen, eisini nevndur Dakko, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.

 

 

Ein av vandabólkunum, ið starvsfólki á Bláa Krossi hevði kunnað hugsað sær at raðfest hægri, eru børn hjá foreldrum, ið eru rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtarar. Dakko Petersen greiðir frá, at meir arbeitt verður við fyribirging á hesum økinum, jú størri tykist tørvurin at verða.

 

 

– Tað er ein ótryggleiki, sum fylgir børnum, hvørs foreldur misnýta rúsdrekka. Ótryggleikin fylgir teimum alt lívið, og fleiri fáa sálarligar líðingar og verða missnýtarar sjálvi, og tí er tað alneyðugt, at tey fáa hjálp og ynskiligt hevði verði, at havt fleiri samrøðubólkar fyri børn og ung, sigur hann.

 

 

–Vit gera hetta virksemi fyri, at fáa menniskju aftur í samfelagið, sum eru fangaði av misnýtslu. Kunnu vit minka um talið av menniskjum, sum verða bundin av rúsdrekka, so minka vit eisini um ein skaða, sum seinni kostar samfelagnum nógv í krónum og oyrum, sigur hann.

 

 

Júst nú skipar Blái Krossur eisini fyri DAT viðger, sum stendur fyri dialektisk atferðar terapi, fyri ung við rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikum. 

 

 

Sum nú er, hevur Blái Krossur bert pening til at fíggja DAT skeiðið í nakrar mánaðir, og als ikki nóg mikið av peningi til at gera alt fyribyrgingararbeiði, ið tørvur er á, millum børn og ung, men Dakko Petersen vónar og trýr, at meir peningur verður settur av á fíggjarlógini til arbeiði, sum Blái Krossur ger.

 

 

–Vit røkka ikki longri enn vit hava fíggjarorku til, hóast gott íkast frá endurnýtslu handlunum og árligu innsavningini, sigur hann.