Blái Krossur hevur ognað sær bygning á Tvøroyri, har endurnýtslan verður í niðaru hæddini og arbeiðið hjá felagsskapinum kemur at verða í ovaru hæddini, skrivar Suðurrás.
Aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Dakko Petersen, sigur við Suðurrás, at tað er av stórum týdningi, at Blái Krossur sum felagsskapur, kann røkka alla staðni í landinum og tí er hetta seinasta stigið sera gleðiligt.
Arbeiðið hjá Bláa Krossi í Suðuroy er ikki nýtt. Fyrsta Blá Kross felag var nevnliga stovnað í Hvalba í 1904. Tað var presturin Franz Busch, ið tók stig til at stovna eitt føroyskt felag. Blái Krossur var upprunaliga stovnaður í 1877 í Sveits.