Blóðdonorfelagið úti um seg

Mánadagin vóru fólk frá Klaksvíkar Blóðdonorliði úti við ballónum, t-troyggjum og keppum, har Latið blóð stendur á. Hetta átakið verður gjørt sum eina roynd at fáa fleiri fólk at lata blóð.
? Vit standa ikki og mangla donorar akutt, men tað er altíð gott at fáa fleiri, og er hetta samstundis ein roynd at gera vart við, at blóðdonorliðið er til , verður sagt frá Klaksvíkar blóðdonorliði.
Tey hava verið á fleiri støðum, har nógv fólk koma, og meta tey, at tað er ein góður máti at koma í samband við møguligar donorar.
Til dømis høvdu tey verið í Statoil støðini í Klaksvík, har starvsfólkið gekk í hesum t-troyggjunum og keppunum. Ballónirnar hingu so uppi yvir kassanum, og á diskinum lá ein listi, har fólk kundu tekna seg sum donor. Og fleiri høvdu nýtt høvi til tað mánakvøldið, sást á listanum.