- Tað harmar meg, at løgmaður kemur við slíkum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, tekur als ikki undir við sínum egna floksformanni, Kaj Leo Holm Johannesen.
Í sosialinum týskvøldið greiddu vit frá, at Kaj Leo Holm Johannesen, og onnur sambandsdfólk, halda, at tað einasta rætta er at broyta bygnaðin í heilsuverkinum. Tey halda, at sjúkrahúsini eiga at verða løgd undir eina felags leiðslu.
Og talan skal vera um eina læknafakliga leiðslu, sum so skal gera av, hvussu virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum skal skipast.
- Sjálvur taki eg als ikki undir við hesi ætlan, og hon samsvarar hvørki við galdandi sjúkrahúslóg ella samgonguskjalið, sigur Bjørn Kalsø
Honum vitandi hevur Sambandsflokkurin heldur ikki tikið støðu í hesum máli og tí harmar tað hann, at løgmaður kemur fram við hesum.
- Sjúkrahúsverkið hevur í longri tíð verið undir stórum trýsti og nógv bendir á, at tað er neyðugt at gera tillagingar, staðfestir landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at eitt, greiða má fáast á, er, hvørjar uppgávur sjúkrahúsini skulu røkja. Tí skal arbeiðast við samstarvi ímillum sjúkrahúsini og samstundis má neyðug játtan latast til at reka sjúkrahúsini fyri, soleiðis at sjúklingurin í størri mun kann setast í miðdepilin.
- Ein felags stjóri er ikki rætta loysnin, tí hann fer at sita alt ov langt frá stovnunum, sum allir skulu stjórnast. Og sum frálíður fer tað at máa støðið undan sjúkrahúsinum í Klaksvík og á Tvøroyri. Og Landssjúkrahúsið fer avgjørt heldur ongan fyrimun at fáa av hesum, sigur landsstýrismaðurin.
Les meiri um, hvat Bjørn Kalsø heldur um framferðina hjá løgmanni, vit at trýsta HER