Bjørn býtir út 275.000 krónur í Vági í morgin

Trýr fólk fáa ávikavist 150.000, 75.000 og 50.000 krónur, tá Bjørn Kalsø vitjar í Vági í morgin

Mentamálaráðið bjóðar til hátíðarhald í Stóra Pakkhúsi í Vági í morgin klokkan 19, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer at handa mentanarvirðislønir landsins fyri 2013.

 

– Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður eisini varpað beinleiðis í útvarpinum í Kringvarpi Føroya, siga tey úr Mentamálaráðnum.

 

– Árliga handanin av mentanarvirðislønum landsins er ein hátíðarlig markering av landsins lista- og mentanarlívi, har vit heiðra nøkur av fremstu listafólkum og mentanarberum okkara. Tað gleðir meg, at tiltakið í ár er í Stóra Pakkhúsi í Vági, og at høvi eisini í ár er at hoyra tiltakið beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Virðislønirnar, ið verða handaðar, eru Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000 og Virðisløn til ungt listafólk, sum er kr. 50.000.

 

Skráin í Stóra Pakkhúsi, mikukvøldið kl. 19.00, er fjølbroytt við røðum, tónleiki, kórsangi við Ljómi og føroyskum dansi við Sumbiar Dansifelag. Øll eru vælkomin til tiltakið.

 

Eftir tiltakið, ið varar í knappar tveir tímar, bjóðar nevndin fyri Ruth Smith savnið til móttøku á savninum við kaffi og køkum, har øll eru vælkomin.