Bjóða ungum á náttarhugna

Aftur í ár bjóðar Meinigheitshúsið í Havn ungum úr øllum landinum í Meinigheitshúsið ólavsøkuaftanskvøld, og um náttina.

Hvørt ár hesi seinastu nógvu árini hava eini 200 ung úr øllum landinum nýtt hetta høvi til at hittast í Meinigheitshúsinum ólavsøkuaftan, har tað hevur verið møti og hugni fram at seinu náttartímunum.

Í ár verða tvey møti og tá ið tey eru liðug, verður kaffistova, har Sámal Jákup Jakobsen, John Eliasen og bólkurin, Vinir, fara at syngja og spæla.