Bjóða øllum føroyingum av

Spurningurin er, hvussu nógv klára seg líka væl sum løgmaður

Løgmaður, høgrumegin, var tann fyrsti, sum kláraði tað. Her er hann saman við Róki í Jákupsstovu, formanni í Svimjisambandinum. Myndina eigur Lis Gøthe í Jákupsstovu

Nú fer Svimjisambandið at bjóða øllum føroyinum av at svimja. Endamálið er at fólk skulu duga betur at svimja og í hesum sambandi roynir Svimjisambandið at lokka allar føroyingar royna um teir klára at svimja 200 metrar.

 

Rokur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur í eini fráboðan, at ein serlig nál er gjørd til tey sum klára tað. Og fólk hava nakað at liva upp til, tí tann fyrsti, sum royndi at svimja 200 metrar - og sum kláraði tað - var sjálvur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Hetta hendi í Svimjihøllini í Gundadali fríggjamorgunin, har Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, var eftirlitsfólk.

 

– Løgmaður kláraði tað eftir bókini, og var tí fyrstur at fáa serligu nálina sum SSF hevur gjørt til endamálið.

 

Løgmaður sigur í eini fráboðan, at honum dámar væl, at Svimjisambandið roynir at fáa fólk at svimja og tí vil hann fegin stuðla teimum.

 

– At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– Vit vita tíverri, at føroyingar duga ikki serliga væl at svimja, tí í 2018 vísti ein kanning, at tað vóru bara 44 prosent av føroyingum sum hildu seg klára at svimja 200 metrar.

 

Kanningin vísti eisini, at 20 prosent søgdu seg hava verið í vanda fyri at drukna.

 

 

 

 

 

Løgmaður, høgrumegin, var tann fyrsti, sum kláraði tað. Her er hann saman við Róki í Jákupsstovu, formanni í Svimjisambandinum. Myndina eigur Lis Gøthe í Jákupsstovu