Bjóða nú út venjingarmiðstøð við Margáir

Sunda kommuna bjóðar alment út møguleikan at seta á stovn og reka venjingarmiðstøð við Margáir.

 

 

Sunda kommuna ynskir nú, at onkur vil seta á stovn og reka eina venjingarmiðstøð við Margáir, og tískil bjóðar kommunan út alment henda møguleika.

 

- Hølið, sum er á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum í felagshúsinum við Margáir, er sett av til endamálið. Uppgávan fevnir um at fáa til vega útgerð, uppsetan, viðlíkahald og rakstur av venjingarmiðstøðini.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at um møguleiki ikki er fyri at átaka sær raksturin av venjingarmiðstøðini, er møguligt bert at bjóða upp á at fáa til vega útgerð, uppsetan og viðlíkahald.

 

- Tilboðini skulu verða inni í seinasta lagi hin 10. august 2021 klokkan 12, og neyvari kunning og tilfar fæst við at venda sær til joannes@sunda.fo. 

 

Tá freistin er farin, og møgulig tilboð eru komin, tilskilar Sunda kommuna sær eisini rættin til ikki at taka av innkomnum tilboðum.