Bjóða nú til fýra forvitnisligar verkstovur

- Verkstovurnar eru fyri øllum, sum eru millum 14 og 100 ár, siga tey á Vestmanna Bókasavni.

 

 

 

Á Vestmanna Bókasavni verða fýra verkstovur í mai og juni, og hesar verkstovur, ið fevna um blómu-og geleprent, eru fyri øllum, ið eru millum 14 og 100 ár, sum tikið verður til á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.

 

Á heimasíðuni sæst eisini ítøkiliga, nær verkstovurnar verða, og hvussu mongum luttakarum pláss er fyri. 

 

Hin fyrsta verkstovan verður týsdagin hin 18. mai, og hin seinasta verður hósdagin hin 3. juni, og verkstovurnar eru ætlaðar nýbyrjarum. 

 

Á verkstovunum verður arbeitt við at prenta blómur og vøkstur, sum fólk sjálvi hava við sær á verkstovuna. Fólk, sum koma á skeiðini, kunnu turka vøksturin millum ávísir dagin fyri, tey koma, soleiðis at tey tá eru klár og passalig at prenta.

 

- Fólk kunnu eisini taka ymiskt annað við sær, men hetta má bara ikki vera ov tjúkt, hvast ella spískt, tí tá kann tað skaða gel-pláturnar, sum vit prenta á, siga tey á Vestmanna Bókasavni sum eisini vísa til heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu um, hvørjar plantur, lutir ella ting eru vælegnað at taka við sær á verkstovuna.