Skúlastýrið í Sankta Frans skúla í Havn, vanliga nevndur Nonnuskúlin, bjóðar í skrivi fram 50 ára gamla forskúlan í høvuðsstaðnum.
Í desember mánaði varð hátíðarhildið, at Sankta Frans skúli varð 80 ár, samstundis sum forskúlin hjá Sankta Frans skúla gjørdist 50 ár.
TRÝST HER fyri at lesa samrøðu við Poulinu Slættanes, lærara í Sankta Frans skúla, sum varð í Sosialinum 11. desember í 2013
Í forskúlanum byrja á hvørjum á millum 40 og 50 børn, sum ganga í nýggja bygninginum, sum fyri nøkrum árum síðani varð bygdur norðan fyri skúlan í Villumsgøtu í Havn.
– At hava ein forskúla, ið byggir á siðvenju, umframt at pláss er fyri nýhugsan er ómetaliga gevandi og stimbrandi fyri børnini. Her hava tey møguleika at arbeiða við viðkomandi evnum, so sum ferðslu og kosti, samstundis sum tey gera nógv við telving, tónleik og arbeiða nógv á kreativa økinum. Nógv verður sungið og børnini læra at vísa øðrum, hvat tey duga – umráðandi at læra í dagsins samfelag. Eisini verður arbeitt miðvíst við ljóðum og stavum, tølum og spølum, har børnini sita og hugsavna seg um ávíst. Av tí at børnini eru saman allan dagin, eru góðir møguleikar at spæla frítt og at mennast á tí økinum eisini, skrivar skúlastýrið millum annað.
TRÝST HER fyri at síggja myndir frá 50 ára føðingardagshaldinum hjá forskúlanum
Í Sankta Frans skúla siga tey tað vera ynskiligt, at børnini halda frma í skúlanum eftir forskúlan Skúla – tí sera góðir møguleikar eru fyri samstarvi millum Forskúlan og 1. flokk.
– Tað verður eisini gjørt. Í 1. og 2. flokki fara børnini niðan í Badmintonhøllina í frítíðarskúla. Har hava børnini møguleika at knýta vinabond tvørtur um flokkar og Badmintonhøllin liggur sera væl fyri í Gundadali. Trivnaðurin er í hásæti og børnini hava ríkar møguleikar at mennast á øllum økjum. Dugnalig starvsfólk við visiónum eru um børnini frá morgni til foreldrini koma eftir teimum eftir loknan arbeiðsdag.









