Argjamenn tóku ímóti B71 úti í Vika á Argjum í tí seinasta umfarinum í 1. deild hjá monnum áðrenn summarsteðgin.
AB vann ein knúsandi 7-0 sigur. Støðan í hálvleikinum varð 2-0 til AB.
Dion Splidt Jacobsen og Mikkjal Hentze skoraðu fyri til 1-0 og 2-0. Alex Mellemgaard økti til 3-0, áðrenn Bjartur Kjærbo (mynd www.ab.fo) skeyt eitt reint hattrick fyri AB. Ímóti dystarenda økti Jobin Drangastein til endaliga úrslitið 7-0.
AB var spælstýrandi allan dystin, og eftir tí, sum frættist av Argjum var sigurin ikki eitt mál ov stórur.
Komandi umfar í 1. deild hjá monnum verður ikki fyrrenn mikukvøldið 1. august.