Bjartskygdur at Voxbotn verður

– Tað sær ikki so gott út nú, men vit eru bjartskygd og vóna, at Voxbotn verður, sigur Rúni Djurhuus, ein av høvuðsfyrireikarunum av tiltakinum Voxbotn í Havn

Voxbotn er ein av føroysku festivalinum, ið vanliga savnar fleiri túsund fólk. Politisku myndugleikarnir siga, at ikki fleiri enn 50 fólk skulu savnast, og løgmaður nevndi eisini í gjár, at festivalar vera ikki í summar. Hóast hesar útsagnir, so hevur Rúni Djurhuus ikki givið upp.

– Tiltakið er um tveir mánaðir, og tað er drúgv tíð. Teir siga, at tað kanska verður opið aftur 30. juni. Um tað skal vera opið 30. juni, so kann tað eisini vera opið 27. juni, sigur Rúni Djurhuus.

Hann vísir á, at endalig støða ikki kann takast enn, men at arbeitt verður við fleiri ætlanum.

– Um tað verður opið aftur 1. juli, kann tað eisini vera, at vit útseta Voxbotn eina ella tvær vikur, sigur hann.

Hann viðgongur tó, at tað er ikki so einfalt, tá ið talan er um at fáa útlendsk orkestur til Føroya, og um tey møguliga skulu í sóttarhaldi fyrst.

– Eg má erliga viðganga, at tað sær svart úr, sigur hann.
Men hann hevur ikki mist mótið.

##med2##

##med3##

– Vit mugu bíða eftir, hvat hendir. Eg vænti ikki, at tað verður avlýst. Men um tað verður frámælt, so hava vit tað ikki. Og vit fara heldur ikki at arbeiða ímóti myndugleikunum, sigur hann.

Lurtið eftir allari samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við Rúna Djurhuus á FM1 í gjárkvøldið.