Bjart vikuskifti í Fuglafirði

Í Fuglafirði verður nógv gjørt burturúr vikuskiftinum, nú jólatrøini verða tendrað, og jólaperurnar í býnum lýsa.

 

Seinastu árini hevur hetta hugnaliga vikuskiftið fingið heitið, Ljós advent, men í ár verða trøini tendrað, áðrenn adventin byrjar, og tí kallast vikuskiftið, Ljós undan advent. 

 

Í ár fellur Bjartur Fríggjadagur sama vikuskiftið, so hetta verður av sonnum eitt bjart vikuskifti í Fuglafirði.  

 

Á vetri eru dagarnir ofta so stuttir og myrkir, at tað ræður um at varpa ljós á tað, sum er ljóst heldur enn á tað, sum er svart. Tí kallast sonevndi Black Friday heldur Bjartur Fríggjadagur í Fuglafirði.

 

Spennandi handlarnir, ið liggja sum perlur á rað, hava leingi opið bæði fríggjadag og leygardag við góðum avsláttri. 

 

Í Ribarhúsi verður hugnaligur jólamarknaður við góðum heimavirkaðum og jólaligum vørum fríggjadag til sunnudag, eins og hugnaliga kaffistovan og Piddasahandil eru opin.

 

Í dag klokkan 17 verður heklaða jólatræið tendrað klokkan 17, tá Vega eisini syngja.

 

Á loftinum í Ribarhúsi eru kreativar verkstovur: Í dag vitjar Elva leirkafé og sunnudagin vitjar kria.kafe við smúkkuverkstaði. So, her ber til at gera vakrar jólagávur – ella okkurt til sín sjálvs.

 

Jólatrøini í kommununi verða tendrað í morgin, leygardagin 25. november.:

Kl. 16 á Hellunum, har ein dussur verður at fáa í Bønhúsinum

Kl. 17.30 á torginum á Kambsdali og - 

Kl. 18 á torginum við Mentanarhúsið, har Silvi eisini vitjar, og kaféin er opin.

 

Fuglafjarðar Hornorkestur fjálgar um løtuna, Birna Abrahamsen heldur røðu og jólamenninir koma í brandbilinum við onkrum góðum.