Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag heimadyst móti Haslum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Kristiansand vann stórsigur 35-22. Í steðginum var Kristiansand á odda 15-11,
Bjarni og Tróndur gjørdu sítt. Bjarni skoraði fimm mál og vann liðnum eitt brotskast. Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Við sigrinum kom Kristiansand upp á sjey stig. Teir eru framvegis næstaftast í deildini, men hava nú sama stigatal sum Bækkelaget og Fjellhammer.
Kristiansand hevur fýra stig upp til Nærbø á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið tá grundspælið er liðugt. So nakrir sigrar og ein betri gongd, so er Kristiansand ikki langt frá einum endaspælsplássi.
Komandi leygardag hevur Kristiansand góðan møguleika at knógva ein sigur heim, tí tá kemur Fjellhammer á vitjan.
Seinasti dysturin hjá Kristiansand undan vetrar og HM-steðginum verður á útivølli móti liðnum hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget. Tann dysturin verður leiktur leygardagin 16. desember.











