Bjarni gerst liðfelagi hjá Helga og Tróndi í Kristiansand

Bjarni í Selvindi fer at spæla við Kristiansand í bestu deildini í Noregi

Kristiansand í bestu hondbóltsdeildini í Noregi fer nú at hava tríggjar føroyskar leikarar.

 

21 ára gamli Bjarni í Selvindi hevur gjørt sáttmála víð Kristiansand. Hann dylur ikki, at tað er umframt mennandi avbjóðingina eisini tí, at hann ætlar at hava betri møguleikar at gerast partur av føroyska EM-hópinum í januar.

 

Frammanundan eru Helgi H. Hoydal og Tróndur Mikkelsen partur av hópinum hjá Kristiansand.

 

Kappingarárið hjá Kristiansand í bestu norsku deildini byrjar 2. september. Tá spælir Kristiansand útidyst móti Fjellhammer.