Fleiri fólk hava møguliga varnast, at okkurt serligt var áfatt í Tangafirði í morgun, tá verju- og vaktarskipini Brimil og Triton bæði vóru í økinum.
Talan var um eina bjargingarvenjing, ið byrjaði klokkan níggju í morgin. Tað upplýsir MRCC-støðin á síni heimasíðu.
Við í venjingini vóru Brimil, Triton og MRCC Tórshavnradio, og innibar venjingin, at tvær dukkur lógu í sjónum.

Bjargingarvenjing í Tangafirði





