Hvat hendi við kjakinum, áðrenn samtykt var, at mammografi-screening skuldi setast í verk í Føroyum?
Í einum samfelag har politikararnir ikki ynskja at raðfesta heilsuverkið soleiðis, at tað bara nøkulunda kann sammetast við grannalondini er tað eyðsæð, at verður okkurt uppraðfest má okkurt annað niður raðfestast. Hetta mugu føroysku politikkararnir skilja og taka ábyrgdina av. Avleiðingar av hesum síggjast longu nú og fara at síggjast í nógv ár framyvir.
Vísindaliga grundalagið
Vísindaliga er tað als ikki vist, at mammografi screening í einum samfelag hevur við sær at færri kvinnur doyggja av bróstkrabba. Tvørturímóti. Tað eru gjørdar nógvar stórar kanningar sum vísa, at hetta ikki niðursetur mortalitetin (deyðatíttleika). Tað er eyðsæð. at við mammografi-screening fer ein at finna fleir krabbameinssvullir og fleir kvinnur fara at fáa viðgerð, men fleiri kanningar vísa, at hóast hetta, eru tað samanlagt ikki færri kvinnur sum doyggja av bróstkrabba orsakað av mammografi-screening. Íalt eru tað færri kvinnur sum doyggja av bróstkrabba, men tað er tí, at har eru komnir betri kanningarmøguleikar og viðgerðarmøguleikar, eitt nú hormon-, kemo- og stráliviðgerð. Hetta er ikki orsakað av mammografi-screening, tí henda gongdin sæst bæði har sum mammografi-screening er sett í verk og har hon ikki er sett í verk. Somuleiðis hevur mammografi-screening ikki gjørt, at tað verða færri kvinnur sum hava framkomna sjúku við spjaðing. Tað er ma. júst hetta sum ein mammografi-screening átti at gjørt. Mammografi-screening kann heldur ikki við vissu finna allar krabbameinssvullir, og tí kann hetta eisini vera við til at geva kvinnum ein falskan tryggleika. Kvinnur sum føla sær nakað í bróstunum mugu framvegis fara til lækna og blíva kannaðar hóast tær hava verið til mammografi-screening.
Yvirdiagnostisering og yvirviðgerð
Tað kann tykjast torført at skilja hetta, men bróstkrabbi er ikki bert ein sjúka, men fleiri sjúkur eins og allar aðrar krabbameinssjúkur finnast í fleiri formum. Summar eru meir aggressivar enn aðrar, meðan summar respondera betur upp á viðgerð enn aðrar. Harafturat hevur tað víst seg at mammografi-screening ger, at fleiri kvinnur verða viðgjørdar fyri svullir sum í summum førum ongantíð høvdu elvt til álvarsliga krabbameinssjúku. Harumframt verða tað í summum førum kvinnur har illgruni verður reistur um krabbamein, men har tað so vísur seg, at talan allíkavæl ikki er um krabbamein, sokallaðar falsk-positivar kanningar. Tað er náttúrligt at hugsa sær til, hvat hetta kann gera við hesar kvinnur sálarliga, sum fyrst fáa boð um at har møguliga er krabbamein og síðani at tað ikki var krabbamein kortini. Øll viðgerð hevur møgulig hjáárin við sær, í summum førum álvarslig og viðhvørt so álvarslig at tað kostar lív. Henda yvirdiagnostisering og yvirviðgerð kann tískil eisini verða við til at kvinnur doyggja av einari viðgerð, sum kanska í veruleikanum als ikki var neyðug.
Screening uttan enda
Tað finnast nógv ymisk sløg av screening innan eitt nú krabbameinssjúku. Sum dømi um sera vælvirkandi screening kann nevnast screening fyri lívmóðirhálskrabba, sum veruliga kann bjarga kvinnulívum, men kjakið í fakumhvørvum og vísindaligar kanningar hava gjørt at screening fyri prostatakrabba verður mett ikki at kunna geva somu effekt. Tískil verður mælt frá at innføra screening fyri prostatakrabba runt um í heiminum. Í Norra og aðrastaðni verður nú kannað um screening fyri tarmkrabba uppfyllir tær treytirnar og gevur tey úrslit sum skulu til fyri, at tað at loysir seg at seta í verk eina screenings-skipan.
Hetta er rættasti hátturin at finna útav um tað vísindaliga er rætt at gera stór inntriv í eitt samfelag. Inntriv sum kostar samfelagnum nógv má sjálvandi kunna løna seg bæði út frá einstaklinginum, men eisini samfelagsliga.
Hini Norðurlondini hava havt mammografi screening í fleiri ár og tað kemur neyvan upp á tal í bræði at avtaka hesi, sjálvt um vísindaligu úrslitini víkja frá hvørjum øðrum á hesum økið. Tað eru eitt nú røddir frammi í Danmark, sum mæla til at avtaka mammografi-screening. Tað eru nógvar kanningar sum vísa at mammografi-screening í einum samfelag hevur ikki við sær at færri kvinnur doyggja av bróstkrabba.
Screening í sær sjálvum ger ikki at færri doyggja av einhvørjari krabbameinssjúku.
Alternativ
Ístaðin fyri at innføra mammografi-screening kundi man bygt upp og styrkt tað tvørfakliga toymið sum krevst: Skurðlæknar, røntgenlæknar, patologar, onkologar osfr.
Harafturat kundi man gjørt sokallaðar pakka-gongdir sum hini Norðurlondini hava innan nógvar krabbameinssjúkur. Tað sum liggur í hesum er, at tað verður tíðarfest hvussu lang tíð skal ganga frá illgruna um krabbamein til kanning, útgreining og viðgerð ferð í gongd. Øll sjúklingagongdin verður sæð sum eina heild har tað verður tíðarstaðfest hvussu long tíð skal ganga millum hvørt liðið. Hetta fyri at fáa sjúklingin skjótt og gott ígjøgnum alla sjúkugongdina. Ein smidlig samskipan av allari gongdini. Til frama fyri sjúklingin.
Uppraðfesting vs. niðurraðfesting
Hava Føroyar ráð til at seta í verk eina mammografi-screening, soleiðis sum raðfest verður innan føroyska heilsuverkið?
Tað er rættiliga vist, at um mammografi screening verður sett í verk í Føroyum, so vendist neyvan aftur í fyrstu syftu, men hetta verður ein fastur partur av heilsuverkinum fíggjarliga, og útreiðslurnar til hetta kunnu eisini væntast fara at økja við árunum. Tað verður tá neyðugt at niðurraðfesta okkurt annað. Aðrar krabbameinssjúkur?, giktsjúkur? hjartaæðrasjúkur? ella psykiatriskar sjúkur? Tað kundi møguliga verið grundgivið fyri, at hetta var rímuligt um so var, at tað eingin ivi var vísindaliga um, at ein tílík skipan veruliga loysti seg. Men tað er vísindaliga stórur ivi um hetta!
Bróstkrabbi í Føroyum
Sjálvandi skulu føroyskar kvinnur sum fáa bróstkrabba fáa best møguligu viðgerð, ið kann sammetast við hini Norðurlondini. Trupulleikin er bert at mammografi-screening ikki kann tryggja teimum tað, og hetta kann soleiðis fara at geva teimum ein falskan tryggleika. Føroyskar kvinnur áttu at verið kunnaðar betri gjøgnum fólkaupplýsing, hvussu tær skulu kanna seg sjálvar, hvørji tekin tær skulu verða varugar við og nær tær skulu seta seg í samband við lækna. Tá so illgruni er um bróstkrabba eiga tær at koma í eina pakkagongd, so alt gongur skjótt og smidligt fyri seg har tað er eitt tvørfakligt toymið sum tekur sær av teimum soleiðis at tær kunnu føla seg tryggar upp á, at tær eru í bestu hondum.
Tað er altumráðandi at kjakast verður, áðrenn stórar og kollveltandi broytingar verða gjørdar, eisini innan heilsuverkið. Tá eigur ta vísindaliga og fakliga fyrst og fremst at liggja til grund fyri hvørjar avgerðir verða tiknar.
At enda fyri at svara omanfyri nevnda spurning: Fer mammografi-screening at bjarga føroyskum kvinnum við bróstkrabba? Nei, tað fer tað ikki!
Eivind Warberg
Skurðlækni
Keldur
www.nordic.cochrane.org (har liggur m.a faldari "mammography leaflet")
www.stopbreastcancer.org
www.medicalconsumers.org
Miller A et al: Twenty five year follow-up for breast cancer incidence and mortality of the Canadian National Breast Screening Study: randomised screening trial. BMJ 2014;348:g366
Olsen et al: Cochrane review on screening for breast cancer with mammography. The Lancet. Volume 358; Issue 9290; 2001; Pages 1340-1342.
Bleyer et al: Effect of Three Decades of Screening Mammography on Breast-Cancer incidence. N Engl J Med 2012; 367:1998-2005
Gøtzche et al: Screening for breast cancer with mammography. Cochrane Database Syst Rev 2009;4:CD001877
Autier et al: Breast cancer mortality in neighbouring European countries with different levels of screening but similiar access to treatment: trend analyses of WHO mortality database. BMJ 2011;343:d4411.
Gøtzsche PC. Mammography screening: truth, lies and controversy, London: Radcliffe Publishing; 2012










