Bjargaðu trimum dreingjum í Eysturgrønlandi

- Jollan var vorðin føst í ísinum, og tveir av dreingjunum høvdu verið í sjónum, skrivar Arktisk Kommando.

 

Fríggjadagin setti Grønlands Politi seg í samband við Arktisk Kommando og bóðu um hjálp til bjarging av trimum dreingjum, sum vóru í neyð í einari jollu millum býirnar, Tasiilaq og Kulusuk.

Talan var um tríggjar dreingir úr Tasiilaq, sum allir vóru yngri enn 18 ár. Teir vóru farnir ein túr við jollu, har teir komu í neyð, men vórðu tíbetur bjargaðir av Seahawk-tyrlu hjá Arktisk Kommando.

- Jollan var vorðin føst í ísinum, og tveir av dreingjunum høvdu eisini verið í sjónum, skrivar Arktisk Kommando á sínari Facebook-síðu. Lagt verður aftrat, at dreingirnir høvdu fartelefon og tí kundu teir siga júst, hvar teir vóru staddir.

Hvidbjørnen var stødd umleið 480 kilometrar sunnan fyri Kulusuk, og tað var haðani, at Seahawk-tyrlan varð send at bjarga teimum trimum. Tað tók tyrluni tveir tímar at flúgva til leiðina, har dreingirnir vóru staddir.

- Tá tyrlan kom á leiðina, stóðu dreingirnir á toppinum á einari lítlari oyggj. Allir tríggir vórðu heysaðir upp í tyrluna saman við einum bjargara. Teir vóru bæði vátir og kaldir, og í tyrluni fingu teir teppi at hita seg við. 

Hjá Arktisk Kommando siga tey, at læknin umborð á Hvidbjørnen kannaði dreingirnar, og síðan fleyg tyrlan teir heimaftur til Tasiilaq, har nógv fólk tóku ímóti teimum.