Um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið varð ringt til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelagið, tí tey vóru bangin um ein mann, sum ikki var komin aftur íaftur. Tað var ein maður, sum var farin á Prestfjall eftir nátungum, men um kvøldið fekk hann samband við fólk hann kendi, og tá boðaði hann frá, at hann var so illa fyri, at hann vann ikki upp vegin aftur.
Tey mistu síðani sambandið við hann aftur og boð vórðu send eftir bjargingarfelagnum.
Claus Olsen, formaður í Bjargingarfelagnum, sigur, at tað gekk eisini nakað av tíð, áðrenn tey fingu samband við hann á telefonini, men tá ið tað so eydnaðist, vóru tey ikki so langt frá honum, so tað varð skjótt, at tey funnu hann.
Tá hevði hann staðið í einum bratta og neyðhildið sær og Claus Olsen heldur, at hann hevur staðið í fleiri tímar. Sostatt var hann rættiliga illa fyri og tað var ikki hugsingur um at leiða hann oman til gongu.
Tískil fingu tey børu til hann og bóru hann so oman aftur og tey fingu hann síðani til húsar aftur.
Tað var heppið at vit funnu hann so skjótt, tí hann segði frá rættiligum grimdarregni í nátt, sigur formaðurin í bjargingarfelagnum.