Í 2010 var AB á seinasta leikdegi í einari sindur líknandi støðu, sum teir eru komnir í til seinasta leikdagin, sum verður avgreiddur í morgin.
Eins og í 2010 er AB flutt niður í næstbestu deildini, og eisini hesaferð hevur seinasti dysturin hjá AB stóran týdning fyri tvey onnur lið. Í morgin hevur tað stóran týdning fyri Víking og KÍ hvat úrslitið verður á Argjum, ikki minst um KÍ vinnur sín dyst norðuri í Fuglafirði.
Í 2010 hevði dysturin hjá AB á seinasta leikdegi týdning fyri B71 og FC Suðuroy. Áðrenn dystin millum AB og FC Suðuroy var FC Suðuroy nummar 9 við 22 stigum, og B71 var nummar 8 við 23 stigum. Um B71 tapti ímóti NSÍ við Løkin í Runavík kundi FC Suðuroy bjarga sær sessinum í bestu deildini við einum javnleiki ímóti AB, sum á pappírinum ikki hevði nakað at spæla fyri.
B71 tapti heili 1-9 ímóti NSÍ, men bjargaði sær kortini, tí AB vann 1-0 á FC Suðuroy við einum máli, sum táverandi málrevurin hjá AB, Tróndur Sigurðsson (myndin) skoraði tá 67 minuttir vóru farnir av dystinum.
Í upptaktssendingini, sum verður á Rás2 í morgin fer gamli AB-áleyparin, Tróndur Sigurðsson at fortelja um hesa serligu hendingina á seinasta leikdegi, tá AB seinast flutti niður í 1. deild, og hevði "einki" at spæla fyri.