Landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen hevur í gjár fingið eina gjølla gjøgnumgongd av trygdarmannagongdum hjá Atlantsflogi. Hon sigur seg eftir hetta framhaldandi hava fult álit á trygdini hjá felagnum.
Hetta sigur hon í eini viðmerking til tíðindi á Rás2 og Portalinum um teir tilburðir, sum Atlantsflog hevur verið fyri seinastu tíðina.
Í eini viðmerking til Rás2 og Portalin sigur hon:
-Í sambandi við tíðindini á Rás2/portalinum um trygdina hjá Atlantsflogi vil eg kunna um, at eg í dag fingið eina gjølla gjøgnumgongd av trygdarmannagongdum hjá flogfelagnum og frágreiðing um tær hendingar, sum hava verið umrøddar í fjølmiðlunum.
Og landsstýriskvinnan heldur fram: -Eg havi áður nevnt, at eg havi fult álit á trygdini hjá Atlantsflogi. Og hesa støðu havi eg alla orsøk til at halda fast við, eftir at hava fingið dagførda kunning um viðurskiftini.










