Tað er nú greitt, at Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, fer ikki at stilla upp til býráðsvalið fyri Sambandsflokkin í Klaksvík.
Tað váttar Magnus Arge, formaður í Norðoya Sambandsfelag.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Bjørn Kalsø sjálvan, men formaðurin í Sambandsfelagnum sigur, at hann hevur boðað sambandsfelagnum frá, at hann verður ikki á listanum.
Orsøkin til tað er, at hann er ímóti at politikarar blanda kommunupolitikk og landspolitikk saman og at hann sostatt ikki vil vera í báðum støðum í senn, sigur Magnus Arge frá Bjørn Kalsø.
Magnus Arge harmast um, at Bjørn Kalsø ikki stillar upp, men hann virðir hansara støðu.
- At hann hevur ta støðu, at hann ikki vil blanda kommunupolitikk og landspolitikk saman, er ein støða, vit hava virðing fyri, og taka til eftirtektar, sigur hann.
Hann er nokk neyvan einsamallur um at iðra seg um hetta, tí Sambandsflokkurin hevur einki umboð í Klaksvíkar býráð og sambandsfólk har norðuri sóu Bjørn Kalsø sum lykilin til at fáa fótin inn um í býráðnum.
Á seinasta býráðsvali fekk Sambandsflokkurin í Klakvík 215 atkvøður, og var einasti flokkur, ið ongan býráðslim fekk.
Á seinasta løgtingsvali í september í fjør, fekk Bjørn Kalsø einsamallur 492 atkvøður og sostatt kundi hann givið flokkinum tað avgerandi skumpið inn um býráðsgáttina í Klaksvík.