Bjørn á Heygum 50 ár

Sunnudagin 4. januar fór Bjørn á Heygum um tey hálvt hundrað.

Bjørn tekur dúgliga lut í almenna orðaskiftinum, hann er oftast avgjørdur og leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sigur sína hjartanas meining, og tí hevur hann ikki so sjáldan staðið í andglettinum.
Bjørn býr í Havnini, men hann er vestmenningur, og hann tekur ofta til, hvussu hugaligt tað var at vera barn og at mennast har norðuri. Bjørn er sonur til Mariu og Brynjolv á Heygum, og harvið er hann abbasonur tiltikna framburðsmannin fyrsta partin av farnu øldini, Ólav á Heygum. Umframt Bjørn fingu Maria og Brynjolvur eina dóttur. Tað er sangfuglurin Rúna á Heygum.
Eftir at hava hjálpt pápanum at stoypa betongrør og at hava verið til skips við Kap Farvel, fór Bjørn í 1972 í studentaskúlan í Hoydølum. Hann átti at havt lokið prógv í 1975, men hann fekk ikki sama slag av prógvi sum tey flestu av hinum í hansara árgangi. Tað var ikki tí, at hann ikki megnaði at standa royndina. Eitt nú í søgu hevði Bjørn sjáldsamt innlit, og tað segðist vera rættuliga áhugavert at vera vitni, tá ið hann í studentaskúlanum leiddi floksfelagarnar ígjøgnum eitt nú seinna verðaldarbardaga og greiddi frá, hví og hvussu Hitler, Stalin, Churchill og allir hinir telvaðu. Stóra søguliga innlitið segðist hann at hava fingið frá pápanum.
At Bjørn ikki fekk prógv, sum tey flestu av hinum, komst av málstríðnum, sum miðskeiðis í sjeyti árunum var afturvendandi í Hoydølum. Bjørn taldist millum tey tólv, sum í 1975 ikki gingu við til, at skrivligu uppgávurnar hjá teimum í ávikavíst samfelagsfrøði og lívfrøði vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar.
Bjørn fór at lesa løgfrøði í Keypmannahavn, og tað gekk upp á stás, tí longu í 1981 leyk hann embætisprógv. Bjørn kom beinanvegin aftur til Føroya. Hann arbeiddi eitt skifti hjá Líkningarráði Føroya og hjá Mogens Birch, advokati. Teir báðir, Bjørn og Birch, samstarvaðu, men Birch andaðist heilt stutt eftir, at teir báðir vóru farnir í samstarv. Síðani rak Bjørn virkið einsamallur í eitt skifti, og nógvu tey seinastu árini hevur tað verið saman við Alfredi Petersen.
At Bjørn dúgliga og bragdliga hevði tikið lut í almenna orðaskiftinum og í 1993 hevði verið við í arbeiðnum at gera álitið, sum var grundarlagið undir nýggju Stýrisskipanarlógini, mundi vera orsøkin til, at hann á løgtingsvalinum í 1994, uttan at hann frammanundan hevði verið flokspolitiskt aktivur, var á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðursteymi. Hetta var mitt í kreppuni, og veljararnir settu Bjørn sannførandi í tingið. Sambandsflokkurin í Suðurstreymi fekk tríggjar tingmenn. Bjørn varð fyrst valdur við 648 persónligum atkvøðum ella meiri enn teir báðir næst valdu tingmenninir ? Lisbeth L. Petersen og Finnbogi Arge ? fingu tilsaman.
Hvat veljararnir hildu um Bjørn sum politikara fekst ongantíð at vita. Hann gjørdi av ikki at bjóða seg fram aftur á løgtingsvalinum í 1998. Tá hevði hann í fýra ár havt rættuliga turbolent politiskt lív. Tað lá á ljóði, at hann hevði havt møguleika fyri sessi í landsstýrinum, men tað gjørdist ongantíð veruleiki. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, var løgmaður, og tað er ikki ov nógv sagt, at formaðurin og nýggi tingmaðurin í Suðurstreymi ofta ikki vóru samdir.
Bjørn er giftur við Beatrice Ann, fødd Thomas, úr Havnini. Tey eiga tvey børn ? Birgit, sum lesur til lækna í Keypmannahavn, og Heiðrik, sum gongur síðsta árið í Hoydølum. Bjørn er svenskur konsul, og hann er uppboðshaldari í Suðurstreymi. Ein part av frítíðini nýtir hann í seglbátinum Ljómi, sum hann saman við familju og vinfólkum hevur siglt nógv við, bæði kring oyggjarnar og í grannalondunum.