Bjørg liðug við starvsvenjingina

Fríggjadagin endaði starvsvenjingin hjá 10 flokki í Fuglafjarðar skúla. Næmingarnir hava verið á ymiskum støðum, eisini her á Sosialinum.

Í starvsvenjing her á blaðnum var Bjørg Jarnskor úr Norðragøtu. Hon hevur í fyrstu syftu sæð, hvussu eitt blað verður framleitt, hvussu ein nýggj útvarpsrás arbeiðir og hvussu arbeiðið verður skipað í einum nútíðar miðlahúsi. 


Bjørg hevur sjálv skrivað greinir í blaðið, og hevur lagt fleiri tíðindastubbar út á heimasíðuna planet.fo. 


Í dag byrjaði so skúladagurin aftur hjá Bjørg og hinum næmingunum í flokkinum. 


Takk fyri hesar tvær vikurnar, Bjørg. 


sb.