Bjóða til vøggusang í kirkjuni

Fríggjadagin 3. februar verður aftur høvið hjá foreldrum við pinkubørnum at luttaka í vøggusangi. Tiltakið verður í Hoyvíkar kirkju og byrjar klokkan 11.

Hoyvík: Roynt varð við hesum vøggusanginum á heysti í fjør, og eydnaðist hann so mikið væl, at hann nú verður endurtikin.
- Her hevur tú møguleikan geva barni tínum gott í beinið: fulla nærveru. Tað verður gjørt við at røra seg, rura, dansa og syngja saman við teimum smáu. Vit syngja bæði nýggjar og gamlar sangir/sálmar, sum vit so við og við læra uttanat, siga Oddvør Johansen og Eyðbjørg Hansen, ið skipa tiltakið. Oddvør eru urguleikari við kirkjuna og Eyðbjørg er pedagogur og sangari..
Tað er vísundaliga prógvað, at um foreldur syngja fyri barni sínum - líkamikið hvussu tónin er - so stimbrar hetta bæði motorikk, evnini at læra og sosiala førleikan hjá barninum.
Sagt verður, at nógvar ungar familjur eru í barsilsfarloyvi, og aðrar hava sjáldan stundir at syngja við børnunum. Her er vøggusangurin eitt gott høvi. Haraftrat er gott at hitta onnur í somu støðu.
- Vit vóna at vøggusangurin kann spjaðast út um landið. Tí kunnu tey/tær, ið evt. hava hug at leiða vøggusang eisini møta upp fyri at læra seg. Hetta kunnu vera til dømis pedagogar, lærarar, áhugasangarar, sunnudagsskúlalærarar og annars fólk við áhuga, siga tær báðar.
Tiltakið er ókeypis, og er eina ferð um vikuna í 8 vikur. Neyðugt er at tilmelda seg.
snorri@sosialurin.fo



fyri seg

0 til 10 mánaðir
Vøggusangur er friðarligur og róligur við ongum tosi, og aftaná savnast øll til ein drekkamunn, frukt og prát í kirkjukjallaranum. Alt tiltakið varir umleið hálvanannan tíma. Pláss er bara fyri 14 vaksnum við einum pinkubarni millum 0 og 10 mánaðir.


fyri seg

citat

“Her hevur tú møguleikan geva barni tínum gott í beinið: fulla nærveru


myndatekstur

FRIÐARLIGT
Vøggusangurin í Hoyvíkar kirkju er friðarligur, samstundis sum foreldrini og børn teirra uppliva fulla nærveru