Um vikuskiftið fluttu vit klokkuna ein tíma fram, og harvið trína vit eisini inn í summartíð og ganga av álvara ljósari tíðum ímóti.
Tað siga tey í kvinnubólkinum, Fljóðljóð og tað hátíðarhalda tey við einum sangi, tey akkurát hava almannakunngjørt.
Gævi vit eisini, tá ið hugsað verður um núverðandi umstøður viðvíkjandi korona, eisini kundu sannað tað at vit ganga ímóti ljósari tíðum í fluttari merking, siga tey.
Fljóðljóð er eitt kvinnukór við 16 royndum sangarum, sum Súsanna Joensen stovnaði á heysti í 2016. Tey syngja ymisk sløg av sangi, bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir.
Í nýggja sanginum bjóða tær ljósinum vælkomnum, tær bjóða alskyns spírum vælkomnum og tær bjóða øllum føgrum fuglum vælkomnum.
##med2##
Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra sangin
Tað er Alberte Winding, sum hevur skrivað sangin, Ljósar nætur, og hann skrivaði tað mest sum eina kærleikslýsing við myndum úr náttúruni, um vón og longsul.
Lagið eigur Aske Bentzon. Philip Faber eigur kórsatsin, og Edmund Williamson hevur týtt hann til føroyskt, og her verður hann sungin á føroyskum.
Upptøkan er annars frá tiltakinum, tá ið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens vórðu handaðar í fhør.
Náttúrumyndir hevur Jens Jákup Hansen og Elin Dagbjartsdóttir Neshamar hevur sett saman.
Við klaverið situr Randi Hansen, og Kristina á Váli spælir sello og kórleiðari er Súsanna Joensen.
Sangararnir eru:
Beinta Hammer
Durita Lamhaufe Jóansdóttir
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar
Elin Maria av Reyni
Erla Bech Nolsø
Hanna Vang
Eva Andresen
Jenny Old
Jóhanna Rasmussen
Lina Næs
Randi Louisa Nolsøe
Rutt Leo Skarðenni
Sirikit Jacpbsen
Susanna Joensen
Súsanna á Váli
Sunnøve av Rana