Bjóða øki til íbúðarbygging í Norðagøtu

Eysturkommuna fer nú at bjóða eitt øki út til íbúðarbygging í Norðagøtu

Á býráðsfundi í gjárkvøldið skuldi Eysturkommuna taka støðu til eitt tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini um at bjóða øki út til íbúðarbygging í Norðagøtu.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti í farnu viku at bjóða eitt øki, sum liggur beint við síðuna av eldrasambýlinum í Norðagøtum, út til íbúðarbygging. Nakrar fyritøkur hava vent sær til kommununa og víst áhuga fyri at byggja íbúðir í kommununi.

Somuleiðis samtykti nevndin, at arbeiðast skal við at finna økir til íbúðarbygging í bæði Syðrugøtu og Leirvík eisini.