Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá foreldrum um, at ein maður hevði bjóðað eini smágentu upp í bilin hjá sær.
Hon var á veg ígjøgnum Kollafjørð, tá ið ein maður vid skeggi, keppi og sólbrillum, og sum koyrdi ein hvítan lítlan bil, hevdi bjóð sær at koyra hana heim og hon skuldi faa bomm eisini, men gentan tók ikki av.
Løgreglan sigur, at tey hava fingið fráboðan um hendingina, og hava lagt sær hana í geyma. Men tey vísa á, at tey hava bara fingið hesa einu fráboðanina og fyribils verður ikki gjørt meiri.
Løgreglan heitir eisini á fólk um ikki at leypa framav, tí tað kann eisini verið ein púra meinaleys forkláring upp á hendingina.
Hinvegin sigur løgreglan, at smágentan bar seg rætt at og tey heita á foreldur um at tosa við børnini um slík viðurskifti og at fortelja teimum, at tey skulu ikki fara upp í fremmandar bilar.










