Næstseinasta fríggjakvøld helt Tórður Jóansson, hjálparprestur í Church of Scotland í Glasgow, eina rættiliga umstrídda andakt á sonevndu aftankvirruni í Havnar kirkju. Ein andakt, sum var meiri politisk enn vanligt er í føroysku fólkakirkjuni. Tórður hugleiddi um ta herjandi fíggjarkreppuna, um veðurlagsbroytingarnar og borðreiddi við einum lemjandi kritikki av teymaleysum marknaðarkreftum. Í viðtalu í vikuskiftisinnlegginum í Sosialinum um vikuskiftið grundgav Tórður fyri prestsins rætti til at taka politisk sjónarmið við uppá prædikustólin.
- Kirkjan eigur at rúma kjaki og ymiskum sjónarmiðum, eisini um tað, sum rørist í okkara samfelagi, helt Tórður fyri.
Prædikufrælsið
Útsagnir Tórða nema við eitt prinsipielt kjak um talufrælsið og mørkini fyri hesum sama hjá hvørjum einstøkum presti. Eitt kjak, sum er í hæddini í Danmark, eftir at Brorsons Kirke á Nørrebro er vorðin snúningsdepil í einum stríði um landsins útlendingapolitikk, eftir at presturin Per Ramsdal hevur hýst og eftir øllum at døma hjálpt til at fjala irakisk flóttafólk, sum ikki hava fingið asyl frá donsku myndugleikunum. Tey eru nú send heimaftur til krígsherjaða Irak.
Við øðrum orðum er spurningurin, hvørjar leiðreglur eru galdandi, tá metast skal um, hvat ein prestur kann loyva sær at siga og ikki frá prædikustólinum. Ovasti myndugleikin í føroysku fólkakirkjuni, Jógvan Fríðriksson, vísir í fyrstu atløgu til siðvenjuna at virða og varðveita prestsins prædikufrælsi.
- Kirkjan er og skal eisini vera ein breiður stovnur, sum rúmar ymiskum sjónarmiðum, eisini um mál, sum rørast í samfelagnum. Núverandi skipan er somikið breið, at vit altíð koma at hoyra eitt sindur av hvørjum. Og hetta er ein styrki, metir bispurin í Føroyum, sum sjálvur ikki hevur fírt fyri at úttala seg alment um samfelagsligar spurningar. Á nýggjárinum helt hann fyri í nýggjárssending í útvarpinum, at Føroya Banki ikki skuldi verið privatiseraður, og at avkast bankans skuldi verið brúkt til at betra um korini hjá teimum gomlu. Og tá kreppan herjaði í nítiárunum helt táverandi presturin, at øll húsaskuld átti at verið sanerað.
- Vit hava ein bygnað, sum inniber, at eingin í prinsippinum kann úttala seg vegna kirkjuna. Eg eri bispur, men eg eri ikki nakar varðhundur, sigur Jógvan Fríðriksson. Bispur vísir á, at kirkjan hevur mekanismur, sum gera ta møguligt at kæra ein prest, ein sonevndur “andligur gerðarrættur”, sum hann kallar tað. Men hesin instansur verður at kalla ikki brúktur.
Trúarjáttanin er grundarlagið
Men fyri ovasta myndugleikan í føroysku fólkakirkjuni er hóast alt eitt mark fyri, hvat ein prestur kann prædika og ikki. Og hetta markið er sambært biskupi, at presturin prædikar og virkar í samsvari við sjálvt grundarlag fólkakirkjunnar, sum er trúarjáttanin og játtanarritini.
- Hetta er okkara defineraða læra, og hon skal haldast. Um ein prestur hvønn sunnudag játtar læruna, men síðani prædikar ímóti hesi somu læru, hava vit ein trupulleika, er Fríðriksson greiður.
Júst spurningurin um prestsins trúskap mótvegis trúarjáttanini er vorðin aktuellur bæði í Danmark og í Bretlandi, eftir at prestar hava undirstrikað, at teir ikki trúgva á ein transendentan, tilvitaðan Gud. Í Danmark er best kenda dømi umstríddi presturin Thorkild Grosbøll. Síðani hevur dúgliga verið kjakast um, hvussu opið og hvussu ymiskt kristindómurin yvirhøvur kann tulkast av teimum, sum skulu bera boðskapin fram. Okkara egni biskupur sær ein vanda við hesum hugráki.
- Kirkjan kann gerast so breið, at hon verður útvatnað. Um kirkjan skal rúma øllum, so verður hon skjótt innantóm. Hetta er ein ævig balansugongd, metir Jógvan Fríðriksson.
Tá hetta er sagt, so hevur bispur sína egnu greiðu meginreglu, tá ein boðskapur skal berast fram. Hann metir, at tann besta prædikan er ein eksistentiell tulking av tekstinum, og við hesum útgangsstøði gerst kirkjan skurðpunktið millum tað andliga og tað tímiliga.
- Og man kann siga ótrúliga nógv uttan at leggja eftir øðrum. Uttan mun til hvat man hevur uppá hjarta, so kann man altíð nýta eitt orðaval, sum signalerar virðing fyri øðrvísi hugsandi. Hygg eitt nú at Dalai Lama, sum er ein meistari til at bera fram ein savnandi boðskap, endar Føroya bispur.