Biskupur: Fær álvarsamar avleiðingar fyri fólkakirkjuna

? Verður uppskotið fylgt, sum nevndin hjá Landsstýrinum hevur gjørt, man tað skjótt fara at vísa seg, at ongin orsøk er til at hava eina fólkakirkju, sum í roynd og veru er at kalla er ein fríkirkja, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur

Fólkakirkjan

?Sigur Annlis Bjarkhamar, at talan ikki er um stórar broytingar í álitinum, er tað spell.
?Tí so hevur hon ikki lisið tað nóg nágreiniliga.
Hans Jacob Joensen, biskupur hevur enn sum áður eina púra avgjørda hugsan um, hvussu farast skal fram, nú ætlanin er at yvirtaka kirkjuna.
Nýggja samgongan hevði ikki sitið í nógvar dagar, áðrenn fyrsti fundurin var við ímillum føroysk og donsk embætisfólk um yvirtøku av fólkakirkjuni.
Í samrøðu við Trúboðaran sigur Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna, at grundarlagið undir samráðingunum er uppskotið, sum ein nevnd hevur gjørt um samráðingarnar og yvirtøkuna. Og í samrøðuni sigur hon eisini, at eftir uppskotinum, sum er grundarlagið undir samráðingunum, verður dentur lagdur á, at stórvegis broytingar ikki verða gjørdar.
Størsta broytingin er, at uppskotið mælir til tveir biskupar, sigur hon.
Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at tað er talan um rættiliga stórar broytingar við álvarsomum avleiðingum.
? Til hvørt bispaembæti -hvørt stift- í donsku fólkakirkjuni - og føroyska kirkjan verður verandi ein partur av donsku fólkakirkjuni eisini eftir yvirtøkuna - hoyrir ein stiftsstjórn, sum er mannað við biskupinum og amtmanninum.
? Hetta er aldargamalt og hevur tann fyrimun, at hvørki verðsligi ella kirkjuligi myndugleikin kunnu koma í minniluta. Kunnu teir ikki semjast um eitt mál, kemst ikki longur við tí, og støðan verður óbroytt. Í løtuni er ein biskupur í Føroyum og ein stifststjórn. Men stiftsstjórnin í Føroyum hevur tríggjar limir, biskupin, ríkisumboðsmannin og landsstýrismannin í kirkjumálum, ella ein, sum umboðar hann.
? Hetta er ein trupulleiki í føroysku stiftsstjórnini, tí landsstýrismaðurin kemur sum kærumyndugleiki at taka støðu til mál, hann longu hevur viðgjørt í stiftsstjórnini.
? Eftir uppskotinum verða tveir biskupar, men bara ein stiftsstjórn, ella kirkjustjórn, sum tað eitur í uppskotinum.
? Í kirkjustjórnini skulu sita báðir biskuparnir og leikir limir.
Hans Jacob Joensen sigur, at hetta merkir fullkomið slit millum verðsligar og kirkjuligar myndugleikar, og tað fær uttan iva at fáa týdning fyri kirkjuna sum fólkakirkju.
? Biskuparnir kunnu vera ósamdir og annar vinnur, og annar má lata sær lynda, at hin biskupurin saman við meirlutanum av leiku limunum tekur ræðið í hansara biskupsdømi.
Hann sigur, at í fólkakirkjuni er biskupur hægsti kirkjuligi myndugleiki í sínum stifti. Hann hevur eftirlit við prædiku og læru, og ígjøgnum Kirkjumálaráðið innstillar hann til Drotningina um at autorisera -seta í gildi-, ritual, bíbliur og sálmabøkur, so at tey verða lóg í kirkjuni.
? Men eftir uppskotinum fær kirkjustjórnin henda myndugleika, og í roynd og veru verður kirkjustórnin ein ?synoda? ella hægsta stjórn í kirkjuni, sum er eitt av sermerkjunum hjá kirkjum, sum eru loystar frá statsvaldinum.
Hans Jacob Joensen sigur at sostatt er tað týðiligt, at bispaembætið verður munandi skert bæði í innihaldi og vavi.
Men fyri at ongar miskiljingar skulu vera, leggur hann afturat, at hetta hevur einki við hann persónliga at gera, tí hansara tíð sum biskupur verður ikki long afturat.
? Ein av teimum fyrstu, sum gjørdust biskupar aftan á hann, leggur frá sær í næsta ár.
? Eg hugsi um framtíðini hjá føroysku fólkakirkjuni sum fólkakirkju, sigur hann.

Fólkakirkjan verður fríkirkja
Eftir uppskotinum fær leikfólkið sostatt einsamalt evsta vald í kirkjuni, hvat prædiku og læru viðvíkur, og tað heldur bispur hvørki vera rætt ella heppið.
? Skal kirkjan so eisini fíggjast einans við kirkjuskatti, sum uppskotið sigur, so eru allar hurðar latnar upp til eina fríkirkju, tí so man skjótt fara at vísa seg, at ongin orsøk er til at hava eina fólkakirkju, sum í roynd og veru at kalla er ein fríkirkja.
Tvørturímóti sigur Hans Jacob Joensen, at føroyska fólkakirkjan er ein skipan, sum í Føroyum hevur virkað avbera væl, og hann heldur at vit skulu ansa sera væl eftir, tá ið vit fara at broyta eina skipan, sum virkar væl
? Og eftir hesum uppskotinum, sum nú er frammi, er ómøguligt at vita, hvar kirkjan endar.
Ger tað nakað, at tað verður leikfólkið sjálvt, sum sleppur av avgera innihaldið í kirkjuni?
?Tað kanst tú sjálvsagt siga. Men tað ber ikki til bæði at siga, at ongar broytingar skulu gerast og samstundis vísa á eitt uppskot, sum eftir mínum tykki førir rættiliga grundleggjandi broytingar við sær, og sum slættar vegin fyri eini heilt aðrari kirkju, sum í roynd og veru hevur øll eyðkenni hjá eini fríkirkju.

Ósamdur við Løgmann
Løgmaður, sum er ovast leiðarin í samgonguni, sigur, at undanfarni landsstýrismaður í mentamálum, Óli Holm, fekk at vita, at tað, sum liggur í málinum um at yvirtaka kirkjuna, er, at talan er bara um eina yvirtøku, men at hon skal virka undir somu lógum og fyrisitingarligum reglum sum nú, so at kirkjan ikki verður broytt.
? Skal kirkjan broytast, skal tað gerast í einum føroyskum samanhangi, tí tað skal ikki verða eina partur av yvirtøkuni, sigur Løgmaður
Hesum er biskupur ikki samdur í.
?Tað er heilt avgerandi neyðugt, at allar lógir og fyrisitingarligar reglur eru lidnar og púra greiðar, áðrenn kirkjan verður yvirtikin. Tí er tað ikki greitt áðrenn, verður tað neyvan í bræði, at hesi viðurskifti koma í rættlag, og so verða vit í mongum førum noydd at arbeiða av handahógv í teirri vón, at eingin klagar.
At Mentamálaráðið yvirtekur umsitingina hjá Kirkjumálaráðnum, tá ið kirkjan er yvirtikin, er sjálvsagt.
? Men hvør yvirtekur leiklutin hjá Drotningini? Og er fólkakirkjan í Føroyum framvegis ein partur av donsku fólkakirkjuni, sum hon er sambært grundlógini, tá Drotningin ikki longur er evsti myndugleiki?
-? Tí er tað neyðugt, at vit, áðrenn yvirtøkuna, gera okkum púra greitt, hvussu tann føroyska kirkjan skal vera.
? Tað er óðamannaverk at yvirtaka fólkakirkjuna, áðrenn hesi viðurskifti eru fingin upp á pláss, og vit hava gjørt okkum púra greitt, hvussu hon skal skipast, og hvussu lógarverkið skal vera, sigur Hans Jacob Joensen.
Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur verið ómetaliga upptikin seinastu dagarnar, men hon hevur lovað okkum eina viðmerking til blaðið týsdagin.