Biskupar mótmæla sparingum

Átjan bretskir biskupar mótmæla, at stjórnin ætlar at fremja munandi sparingar á vælferðarøkinum. Í einum opnum brævi í blaðnum The Observer skriva biskuparnir, at sparingarnar fara at føra til størri órættvísi í samfelagnum, og teir siga seg kenna tað sum eina skyldu at tosa vegna tey, sum ikki hava nakran at tosa fyri seg.

Í brævinum skriva biskuparnir, at erkabiskuparnir í Canterbury og York hava somu hugsan sum teir.

Teir 18 biskuparnir fýlast serliga á, at stjórnin ætlar at spara útreiðslurnar til fólk, sum liva av almennum veitingum, tí tað fer serliga at raka børnini, siga teir. Stjórnin hjá David Cameron, forsætisráðharra sigur, at endamálið við hesum sparingunum er at fáa fólk at fara til arbeiðis heldur enn at dúva upp á tað almenna.