Bókaverkið ?Havnin-Fólk og yrki? hjá Birgari Johannesen hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens 2009 fyri yrkisbókmentir. Birgar átti bestu yrkisbókina
Bókaverkið ?Havnin-Fólk og yrki? hjá Birgari Johannesen hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens 2009 fyri yrkisbókmentir.
Dómsnevndin lat Birgari Johannessen virðislønina á samkomu í Mullers Pakkhúsið í gjár við hesum orðum:
?Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skjalfest. Við verkinum ?Havnin ? fólk og yrki? hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av.?










