Nógv tiltøk eru avlýst kring landið, men í biografinum í Havn, vóru filmsýningar við sama lag. Men nú streymurin fór í stórum parti av landinum, slóknaði eisini í biografinum.
Sýning var av Hobbanum og av The Hunger Games, tá streymurin fór. Tey, ið vóru í biograf, tá streymurin fór fingu valið at bíða til streymurin kom aftur ella at fáa peningin aftur
Sev segði við Kringvarpið júst nú, at nógvi vindurin hevði gjørt, at linjur brestu saman, og hetta hevði við sær at Sundsverkið og Eiðisverkið slógu frá. Tí eru stórir partar av landinum í streymloysi.