Bingjuskip skal sigla við vatni

Í Íslandi hevur felagið Lindarfoss hevur søkt kommununa á Ísafirði um øki til ein verksmiðjubygning og goymslupláss niðri á havnarlagnum í sambandi við eina stóra ætlan um at útflyta vatn niður á evropeiska meginlandið. Felagið sigur seg hava fingið samband við íleggjara, sum eisini hevur keyparar til vatnið.

Til flutningin ætlar Lindarfoss at leiga eitt bingjuskip, sum skal flyta millum 100 og 120 bingjur av vatni beinleiðis av Ísafirði til Rotterdam hvørja ferð.
?Lindarfoss og kommunan á Ísafirði gjørdu í 2008 sáttmála um, at felagið kann savna og útflyta vatn úr keldum í kommununi. Hann varð endurnýggjaður í vár.