Bindifestivalur í Fuglafirði

20.-23. apríl verður Bindifestivalur í Fuglafirði.

Á skránni verða spennandi verkstovur og fyrilestrar.

 

Á verkstovunum í ár er afturvendandi evnið “okkurt upp á føturnar”. M. a. fer Paulina Eliassen, ið hevur drúgvar royndir sum handarbeiðslærari, at hava skeið í at binda skóleistar við dominobinding. Eisini fer hon at hava skeið í at gera hosubond. Bæði fyri byrjarar og roynd.

 

Fyrireikararnir leggja seg eftir at hava okkurt á skránni, sum brýtur frá evninum við binding og handarbeiði. Í ár er skeið í at sáa blómur og grønmeti. Marita Øre hevur skeiðið.

 

Fyrilestrarnir snúgva seg um ull og bindisøgu, men eisini um aktuell samfelagsviðurskifti sum haturstalu og matoyðsl.

 

Tað serstaka við Bindifestivalinum er, at nógvir av luttakarunum eru útlendingar. Ferðandi koma heilt úr USA bara fyri at luttaka í Bindifestivalinum. Tað sum teimum dámar er tann serligi hugnin; verkstovurnar eru heima í stovunum hjá fólki, og hettar ger, at tiltakið kennist heimligt.

 

Eisini verður eitt telt, við fríari atgongd. Har til ber at kunna seg um ull; royna at kæra, spinna, nappa og lurta eftir fyrilestrum.