Stødd: 4 - 6 mðr.
Tógv: 2-tráða frá Navia
Hvítt: 100 gr.
Blátt: 100 gr.
Reytt: 100 gr.
Stokkar: Rundstokkur nr. 3
Bulur:
Kasta 120 eygu av bláum upp á rundstokk nummar 3 og bind 4 umfør rond (1 rætt, 1 rangt) av bláum. Skift til hvítt og bind 8 umfør. Tá ið rondin er liðug tak javnt upp á til 140 eygu. Bind 10 umfør av hvítum, skift sídani til reytt og bind mynstrið 4 umfør, sídani 10 umfør hvítt og skift til blátt o.s.fr. Bind soleiðis til bulurin er 18 cm.
Framstykkið:
Být bulin í tvey og halt fram við mynstrinum, til forstykkið er 23 cm. Tak tey 18 mittastu eyguni og lat tey hvíla. Bind víðari og læs eitt eyga av annaðhvørt umfar móti hálsinum Tá ið forstykkið er 30 cm, verða restin av eygunum læst av.
Bakstykkið:
Bind til bulur og ryggur eru 28 cm. Tak tey mittastu 30 eygu, og lat tey hvíla og bind 4 umfør og læs 1 eyga av annaðhvørt umfar móti hálsinum. Bind hina síðuna líka. Læs av.
Hálsurin:
Tak tey eyguni, sum hvíla framman og aftan á ein rundstokk. Bind 8 umfør rond og tak av.
Ermar:
Kasta 36 eygu við bláum á stokkar nummar 3 og bind 4 umfør rond. Skift síðani til hvítt. Tá ið rondin er liðug tak javnt uppá til 46 eygu. Bind á sama hátt, sum tú bant buluin. Tak eitt eyga uppá annaðhvørt umfar. Tá ið erman er 20 cm verður læst av og erman seymað saman.
Tilgerð:
Seyma forstykkið og bakstykkið saman. Um tú hevur bundið hálsin í tveimum - bind hann eisini saman. Seyma ermarnar í.










