Bilverkstaðið hjá Auto Service sum skúlastova

Bilverkstaðið hjá Auto Service er í løtuni gjørt um til eina skúlastovu, har biltøkningarnir fáa undirvísing í framkomnu el-skipanini í nýggjastu bilunum. Skeiðið er fyriskipað í samstarvi við Autobranchens Udviklingscenter í Danmark

Frá týsdegnum 29. til og við hósdagin 31. januar er bilverkstaðurin hjá Auto Service við Oyggjarvegin gjørdur um til skúlastovu, har biltøkningarnir hjá fyritøkuni fáa eitt eftirútbúgvingarskeið í el-skipanini í nýggjastu bilunum.


Skeiðið er fyriskipað í samstarvi við Autobranchens Udviklingscenter í Danmark, sum hava sent tveir instruktørar til Føroya at undirvísu í el-skipanini í nýggjastu bilunum. Undirvísingin er bæði teoretisk og praktisk.


Anthonius Dalsgaard, tekniskur leiðari, sigur at skeiðið er skraddaraseymað til Auto Service, og tey bilmerkini sum teir umboða: Peugeot, Opel, Nissan og Saab. Skeiðið er ein liður í málsetninginum hjá Auto Service, sum er at fyritøkan skal vera í støðugari menning, og starvsfólkini alla tíðina verða dagførd, so hvørt sum nýggj tøkni kemur í bilarnar.

Canbus-skipanin


Á skeiðnum verður t.d. Canbus-skipanin við fleirvegis kommunikatión gjøgnumgingin. Henda skipan er í øllum nýggjum bilum, og setur hon stór krøv til biltøkningarnar. Umframt slík skeið verða biltøkningarnir hjá Auto Service alla tíðina dagførdir við tí nýggjasta, sum hendir innan tey fýra bilmerkini, sum teir umboða.


Autobranchens Udviklingscenter, sum hoyrir undir Erhvervs Uddannelses Center (EUC), varð stovnað í 1999, tí tørvur var á einum felags orkudepli fyri bilbranchuna.

Autobranchens Udviklingscenter er ein vitanarbanki, sum gevur nýggja vitan og teknologi til bilverkstøð gjøgnum undirvísing, skeið, temadagar og líknandi tiltøk til frama fyri at bæði mekanikarin og verkstaðið verða best møguliga dagførd.