Seinnapartin í gjár varð ringt at boða frá, at nógvur roykur frá einum bili, sum var á veg eftir vegnum Yviri við Strond.
Bilførarin steðgaði og slapp sær úr bilinum. Annars vórðu boð send eftir sløkkiliðnum og tey fingu skjótt tamarhald á støðuni.
Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at bilurin, sum var frá 2006, var farin í sjálvsving. Tað var ikki eldur í honum, men eitthvørt tekniskt brek førdi til, at motorurin gekk við fullari ferð og tað var hetta, sum elvdi til tann nógva roykin.