Bilurin fór runt

Eitt ferðsluóhapp hendi á Kjalnestagnga sunnumorgunin klokkan 11.
Ein kvinna kom koyrandi norðaneftir, og komin í svingið misti hon tamarhaldið á bilinum, sum fór yvir í hina breytina og rendi á ein garð.
Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bilurin fór illa.