Bilurin endaði á sjónum

Í dýrdarveðrinum seinnapartin leygardagin høvdu tey flota vatnskutara á Havnarvág, men tá ið tey skuldu draga hann upp aftur, gekk galið. Sum vanligt var ætlanin at bakka bilin við vogninum til skutaran heilt oman á dráttin, so skutarin kundi setast á hann.

Men tað var stór fjøra og sostatt sera hált niðast á dráttinum og tað endaði við, at bilurin fór á glið, hóast hann var bremsaður og stóð í geari.

Bilførarin leyp í bilin og royndi at fáa hann niðan frá, men alt til fánýtis, so bæði vognur, bilur og bilførari fóru á bláman.

Men ongin mansskaði hendi, tá bilførarin var fingin upp aftur og tá ið hann hevði verið á Landssjúkrahúsinum og á fingið varman aftur í kroppin, var hann aftur sum fyrsta dagin.