Ferðsluóhapp
Tíðliga í morgun fór hesin bilurin út av vegnum Millum Fjarða í Eysturoy.
Í ferðini oman av vegskráanum hevur bilurin tikið fleiri hegnpelar við sær, sum eru brotnaðir og slættaðir við jørðina.
Bilurin, sum stendur á hjólunum, er ikki koppaður í vegskráanum og á síðuni, sum vendir niðan móti vegnum, sæst ikki, at bilurin hevur fingið serliga stóran materiellan skaða.
At síggja til, hevur bilførarin verið á veg suðureftir, tá ið hann av eini ella aðrari orsøk er farin skeivur á vegnum.
Á myndini sæst, at løgreglan er á staðnum, men tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á nøkrum løgreglumanni á støðini í Runavík, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Lastbilur er eisini á staðnum, og er ivaleyst tilkallaður til at hála bilin uppaftur.