Bilur stolin í Klaks´vík

Bilur stolin í Klaksvík

Tað var tíðliga leygarmorgunin, at ein klaksvíkingur ringdi á politistøðini tí hann saknaði bilin hjá sær.

Hann varð stolin av Stangarvegnum um náttina.

Talan var um ein Mitsubishi Outlander og fór sjálvur eina rundferð í Klaksvík at vita um hann sá bilin.

Og har sá hann bilin standa so fittan parkeraðan uttan fyri eini hús í hinum endanum í býnum.

Løgreglan fer nú at kanna um tey, sum búgva í húsinum hava nakað við stuldurin at gera.

Annars var smárokaligt í Havn leygarnáttina, tá ið dansistøðini lótu aftur. Tað endaði við, at tveir mans vórðu tiknir á politistøðina og annar av teimum verður ákærdur fyri at hava brotið politivitøkurnar

Friðarligt sunnunátt

Hinvegin var sunnunáttin ein av teimum heilt friðarligu hjá løgregluni kring landið. Løgreglan í Havn sigur, at fitt av fólki var í býnum og okkurt smávegis ófriður stóðst burtur úr, men ikki meiri enn so, enn at truplleikarnir vórðu loystir á staðnum, at kalla í friði og náðum, sigur løgreglan.