Bilur rent á fólk við bretska tjóðartingið

Í morgun eru fleiri fólk árend við bretska tjóðartingið í London

Fleiri fólk til gongu eru árend og kroyst við bretska tjóðartingið í London, skrivar BBC og Ritzau í morgun. Fólk verða flutt frá staðnum. Ein maður er handtikin, eftir at ein bilur koyrdi ígjøgnum trygdarforðingar frammanfyri bretska tjóðartingið í London, sigur Scotland Yard sambært Ritzau. 

 

Sambært BBC eru fleiri fólk til gongu árend og meiðslað. Løgreglan er í gongd við at flyta fólk frá staðnum og løgreglufólk kanna økið. 

 

Ritzau skrivar, at fólk á sosialu miðlunum vísa upptøkur av vápnaðum løgreglufólkum, sum komu til staðið stutt eftir hendingina. 

 

 

/ritzau/