Talan er um ein svartan Citroén Berlingo við skrásetingarnummarinum UV 232, ið er horvin úr vesturbýnum.
Hetta er ein bilur hjá Føroya Bjór og er eysýndur, tí Føroya Bjór logo er á bilinum við gullfoliu.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum kunnu vita nakað um hendan bilin. Politistøðin hevur telefonnummar 114 ella 351448.