| Beint eftir døgverða í gjár hendi eitt ferðsluóhapp av teimum meiri sjáldsamu, á Skálafjørðinum. 
 Ein bilførari hevði sett bilin frá sær, men brádliga fór bilurin á rull. 
 Ongin mannskaði stóðst av hendingini, men annars var talan um stóran, materiellan skaða. 
 Bilurin rullaði fyrst á ein annan bil, sum stóð parkeraður, síðani á ein garð, áðrenn rakti eini hús og rendi seg fastan. 
 Løgreglan sigur, at bilførarin gloymdi hondbremsuna og tað var orsøkin til, at bilurin fór á rull. 
 Tað far bilførarin bót fyri, tí hann hevur skyldu at tryggja bilin væl og virðiliga, áðrenn hann fer úr honum. 
 Í tí liggur, eitt nú, at hondbremsan skal vera fyri og at lyklarnir skulu vera tiknir úr bilinum. 
 
 | 









