Eftirlønir og rúsdrekka
Eru tað tveir politikarar, sum kanska føla seg eitt sindur snýttar í hesum døgum, eru tað teir báðir miðflokkamenninir, Bill Justinussen og Jenis av Rana.
Í farnu viku gjørdu teir eina avtalu við samgonguna, ella tað, ið summi kalla ein rossahandil.
Í hesi avtaluni játtaði miðflokkurin seg til reiðar at hjálpa samgonguni at fáa málið um eftirlønir til landsstýrismenn samtykt í Løgtinginum.
Men afturfyri skuldi samgongan taka málið um at broyta rúsdrekkalógina aftur.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, váttar, at avtala varð við samgonguna um málið um eftirlønina hjá landsstýrismonnum øðrumvegin og og ætlaðu broytingarnar í rúsdrekkalógini hinumegin.
- Tað er ongin loyna, at spurningurin um eftirlønir er ikki eitt hjartamál hjá Miðflokkinum sum so og tað er ikki eitt mál, sum vit hava so øgiliga sterkar meiningar um.
- Men vit hava onnur hjartamál, sum vit hava ógvuliga sterkar meiningar um. Eitt av hesum málum er rúsdrekkalógin, har vit leggja sera stóran dent á, at forða fyri, at rúskdrekka alsamt verður lættari og lættari at fáa fatur á.
Og tá ið málið um rúsdrekkalógina var til 2. viðgerð í Løgtinginum, sá Miðflokkurin sær ein møguleika.
- Tað vísti seg, at brúk var fyri okkaa atkvøðum fyri at fáa málið samtykt, tí bæði Tjóðveldisflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálstýrisflokkurin atkvøddu ímóti. Uttan tær báðar atkvøðurnar hjá miðflokkinum, hevði málið sostatt fallið.
Mistu trumfin
Bill Justinussen sigur, at tískil gjørdi miðflokkurin av at seta hesi bæði málini upp ímóti hvørjum øðrum.
- Vit váttaðu fyri samgonguni, at vit vildi atkvøða fyri málinum um eftirløn til landsstýrismenn, um so var, at uppskotið um rúsdrekkalógina varð tikið aftur.
Og fyrri hálvleikur í hesi avtalu gekk eisini eftir ætlan.
- Vit atkvøddu fyri eftirlønunum til landsstýrismenn so at tað varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Afturfyri var uppskotið um rúsdrekkalógina beint aftur í nevnd og tað tóku vit sum eitt greitt tekin um, at har fór tað at verða liggjandi, so at tað at enda datt burtur.
Men tá ið málið um eftirlønir til landsstýrismenn kom til 3. viðgerð, kom sperðil í.
- Sambandsflokkurin, sum hevði atkvøtt ímóti, atkvøddi nú blankt. Sostatt misti Miðflokkurin trumfin, tí nú høvdu javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin einsamallir nóg mikið av Ja-atkvøðum til at bera málið ígjøgnum, hóast øll antstøðan við Tjóðveldisflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og miðflokkinum atkvøddi ímóti og - og tað gjørdu vit í Miðflokkinum so.
Og tað førdi so aftur við sær, at royndin hjá miðflokkinum at forða fyri broytingunum i Rúsdrekkalógini, miseydnaðist, tí málið varð tikið úr aftur nevndini og samtykt.
Hóvar okkum illa
Bill Justinussen sigur, at sostatt hevur Miðflokkurin sína ábyrgd av, at eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum nú verður hækkað, tí hevði flokkurin atkvøtt ímóti við 2. viðgerð, hevði málið fallið.
- Hetta er ikki ein leiklutir, sum hóvar okkum nakað serligt, men vit mettu, at kundu vit upp á nakran máta steðga broytingunum í rúsdrekkalógin, áttu vit at gera tað, sigur Bill Justinussen.
- Sjálvur havi eg onki ímóti, at landsstýrismenn fáa somu eftirlønarskipan sum løgtingsmenn, men Jenis av Rana var hart ímóti ætlanini at hækka eftirlønirnar og gjørdu vit, sum flokkur, av at vera ímóti.
Serliga heldur Bill Justinussen tað vera serliga ivasamt, at tað er afturvirkandi til 1998.
- Men tað er ein spurningur, hvussu afturvirkandi tað er, tí ongin fær løn aftur í tíðina. Tað, sum er veruleikin, er, at tá ið pensjónin skal roknast út, skulu árini frá 1998 til nú, eisini teljast við.
Annars vísir Bill Justinussen á, at tað eru nógvir tinglimir í samgonguni, sum eru hart ímóti broyta rúsdrekkalógina og høvdu teir staðið við síni prinsipp, hevði ongin møguleiki verið fyri at broyta rúsdrekkalógina.
- Tað er ivasamt at gera slíkar avtalur í politikki, hóast tær verða gjørdar javnan, tí tað er ikki gott fyri trúvirðið. Men tað eru nøkur mál, har tað ikki ber til hjá okkum at gera neyðsemjur og vit veruliga vilja gera mun. Og har er rúsdrekkalógin eitt.
- Var Miðflokkurin í samgonguni, hevði hann ikki verið í samgongu eftir, at rúsdrekkalógin varð broytt, staðfestir Bill Justinussen.