Bill og Arnfinn hava ikki tosað saman

Arnfinn á Birtuni kann rokna við, at hann verður koyrdur úr Miðflokkinum, eftir at hann hevur verið frammi alment og tosað til frama fyri fríum hasji.

Hesum greiddi Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, frá á tíðindasendingini á Rás2 á middegi.

Arnfinn á Birtuni heldur ikki, at Bill er greiður yvir, hvat málið veruliga snýr seg um.

- Bill hevur ongantíð vent sær til mín um hetta málið.Eg havi bara tosað við Jenis, sigur Arnfinn á Birtuni, og leggur afturat:

- Eg arbeiði fyri ídnaðarhampi, ið er ein vinna sum allar aðrar, sigur Arnfinn á Birtuni og vísir á, at Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, ikki tekur frástøðu frá at brúka eitt nú cannabis sum heilivág.

Hoyr alla samrøðuna við Arnfinn á Birtuni, sum var at hoyra í tíðindasendingini á Rás2 seinnapartin, niðanfyri.