Bill Clinton og tær føroysku modellirnar á sama hotelli í New York

Í gjár var aftur ein hektiskur dagur hjá »modellunum«, tær eru til ymiskar kappingar, og nógvir dómarar vóru og hugdu at teimum í teim ymisku kappingunum. Millum annað vóru dómarar frá Cosby (instruktørurin) + instruktørurin í Home Alone II og ein, ið hevði arbeitt við øllum filmunum hjá Sylvester Stallone ? og meðan kappingarnar fóru fram varð alt hotellið kannað fyri tryggleika ? vaktarmenn komu inn atkanna øll rúm, har vit búgva, og sjálvandi ikki uttan grund, tí at Bill Clinton skuldi gista her í tveir dagar - á ovastu hædd er ein president »suita«.

25.04.00


Tær føroysku modellirnar ætla at fáa hann á tal, um hvat hann heldur um loysingina ? men í skrivandi stund er tað ikki eydnast.

Í dag (fríggjadagin) hevur verið rættuligt rok í, allar (modellirnar) vóru bidnar at koma til samtalu hjá teim 63 modelbureaunum, ið hava fylgt við kappingunum allar dagarnar, og tað varð ikki smávegis av samrøðum + fotografering tær skuldu til. Tær skuldu m. a. hitta:

Boss models

Elite models

Diva models

Ford models

World models

Y?DR models

Del Marco models

New York models

Flash models


Kappingin her er hørð, so lagið er sjálvandi gott hjá teimum, ið skuldu til nógvar samrøður og kanska ikki so gott hjá teimum, ið høvdu fáar. Men hetta hava tær fingið at vita hvønn dag:

»You have to loose or to win« sum tey siga her, men framvegis so er væl skrúvað saman, so ferðaliðið er klárt til at taka »ups and downs« sjálvt um eg má ásanna, at »diddunum« eisini leingist heim eftir sjeikum/foreldrum og vinfólkum, skuldi eg heilsa frá bólkinum.