Bilførari koyrdi á fólk í Melbourne

Útlendskir miðlar skriva í morgun, at í minsta lagi 19 fólk hava fingið løstir av hendingini í Melbourne í dag.

Ein bilførari hevur í dag koyrt inn í eina mannamúgvu í stórbýnum Melbourne í Avstalia.

 

Tað upplýsir Victoria Police Newv í tíðindaskrivi.

 

Sambært løgregluni er bilførarin, sum koyrdi í einum hvítum Zuzuki Grand Vitara, handtikin, og tað er ein annar persónur eisini.

 

Hendingin fór fram í Flinders Street, millum Elizabeth Street og Swanston Street og beint við eina tokstøð.

 

Sambært Herald Sun, sum hevur skift orð við talskvinnu hjá løgregluni, rakti bilurin í minsta lagi 16 fótgangarar.

 

Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamar skaðar tey raktu í hendingini hava fingið, og greitt er heldur ikki, um bilførarin koyrdi inn í mannamúgvuna við vilja ella ei.

 

- Hendingin fór fram, tá bilurin rakti fleiri fólk til gongu. Fleiri eru viðgjørd á staðnum og onnur eru flutt á sjúkrahús, sigur Victoria Police.

 

Útlendskir miðlar skriva, at í minsta lagi 19 fólk hava fingið løstir av hendingini í Melbourne í dag, harav fleiri eru børn.

 

Niðanfyri eru myndir frá Ritzau/Australian Broadcast Corp. via AP