Tveir bilar koyrdu á brúnni í Amazonas-landslutinum í Brasilia og stoyttust í ánna Moju, tá ein ferja sigldi á ein brúgvarstólpa.
##med2##
Tað er enn ikki eydnast bjargingarfólkum at finna fólkini, sum vóru í teimum báðum bilunum.
Eygnavitni hava greitt frá, at tey sóu tveir lítlar bilar detta í ánna, tá ferjan rakti brúgvarstólpan so hart, at umleið 200 metrar av teirri 860 metra longu brúnni hoknaði.
Tað er ógreitt, hvussu nógv fólk vóru í bilunum.
Tann partvís niðurdotna brúgvin byrgir av vatnvegin til Belem, sum er ein av virknastu havnum í Brasilia, upplýsa myndugleikarnir.
##med3##
Eingin umborð á ferðuni fekk skaða av vanlukkuni.
– Hetta er ein tungur dagur, sigur Helder Barbalho, guvernørur í landslutinum Pará í norðrara Brasilia.
– Raðfesting okkara er nú at skerpa leitingina eftir offrunum og veita familjum teirra allan okkara stuðul.
Miðlar á staðnum greiða frá, at ein kanning av brúnni í januar avdúkaði rust á brúgvastólpunum. Landspartastjórnin bað um pengar til at bøta um trupulleikan, men valdi ikki at steingja brúnna fyri ferðslu.
##med4##
Til brúgvin er endurbygd, verða prámar settir at sigla um ánna.
Roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka umleið eitt ár og kosta 150 milliónir krónur í okkara pengum.
Harumframt verða stólparnir á øðrum brúgvum vardir enn betri enn nú.
Í 2014 rakti ein bátur ein stólpa á eini aðrari brúgv í økinum, og tá hoknaðu 50 metrar av brúnni.
##med5##
##med6##
##med7##
/ritzau/AP